2016-09-17 17:03

07 Vestur hevur fyri løtu síðani tryggja sær pláss í EFFO-deildini til komandi kappingarár, tað gjørdu teir við at vinna 4-0 móti Víkingi í Leirvík.
Janus Samuelsen legði 07 Vestur á odda eftir 22. min, sum eisini var hálvleiksstøðan. Janus fekk eisini eitt mál í seinna hálvleiki eftir bert 3. minuttum. Søren Nielsen staðfesti uppflytingina fyri 07 Vestur við málum í 66'inda og 86'inda minutti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald