2014-01-09 01:57
Síðsta leygardag, byrjaðu spælarnir á besta liðnum hjá 07 Vestur at venja til kappingarári, sum er fyri framman. 07 Vestur hevur 3. mest lið teknaði til landskappingirnar í summar.
Í kvøld vóru 28 spælarir til venjing, og tað hava verið 45 ymiskir spælarar til venjing hjá felagnum. Í ár vera tað bert lokalir spælarar og Jovan Panic, sum fara at leika við 07 Vestur. Frágongdin er stór, spælarar, sum Eli F. Nielsen og Holgar Djurhuus fara helst ikki at spæla í Vágum hetta kappingárið, so eru eisini allir teir útlendsku spælarar farnir uttan Jovan.
Spælarar, sum eru komnir til liðið eru: Sigtór Petersen, Jóhan Selfoss og Sjúrður Ellefsen.
Les eisini: Hegga verður venjari komandi trý árini.
Vit prátaðu við Jens Erik Rasmussen, hjálparvenjara hjá 07 Vestur til venjingina í kvøld.
Hann greiðir soleiðis frá.
Vit hava sera ungar spælarar í ár og allir eru lokalir, vit fara at brúka 2014 uppá at byggja liðið upp, málsetningurin er ikki beinleiðis at flyta upp í bestu deildina, men at geva ungu spælarnum tíð at menna seg, so teir eru klárir at bjóða bestu deildini av, tá ið vit koma at spæla í henni aftur.
Í mars fer liðið til Akranes í Íslandi á venjingarlegu.
Í fyrstuni fer liðið at venja í Sandavági, men enn er ikki langt fast, hvar liðið fer at spæla sínar heimadystir, um tað verður í Sørvági ella Sandavági.
Les eisini: Jens Erik verður hjálparvenjari hjá 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald