Vinna

Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør

Vøkstur í ferðafólkatalinum og økt leiguflúgving hava betrað um raksturin, ið gav avlop í fjør. Avlopið eftir skatt var 36 milliónir krónur í 2023 samanborið við 21 milliónir krónur árið fyri

2024-04-18 13:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag hevur P/F Atlantic Airways havt aðalfund, har m.a. ársroknskapurin fyri 2023 varð lagdur fram. Roknskapurin fyri árið í fjør vísir framgongd, og hevur felagið avlop, umframt at leiguflúgvingin er økt munandi samanborið við árini frammanundan. 

Endaliga ársúrslitið hjá Atlantic Airways fyri 2023 gjørdist 35,8 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, samanborið við 21 milliónir krónur í 2022. Samlaðu inntøkurnar í móðurfelagnum øktust úr 689 milliónir krónur í 2022 upp í 832 milliónir krónur í 2023. Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar (EBITDA) gjørdist 77 milliónir krónur í 2023 samanborið við 78 milliónir krónur í avlopi í 2022.

Samlaða talið á ferðandi á rutunetinum hjá Atlantic Airways í 2023 var 370.000 ferðandi samanborið við 351.000 ferðandi árið fyri. Umleið 44 prosent av ferðafólkunum vóru útlendsk ferðafólk, ið svarar til umleið 163.000 ferðaseðlar.

Framleiðslan hjá flogførunum øktist úr 8.654 flogtímar í 2022 til 10.981 flogtímar í 2023. Strembað verður áhaldandi eftir at nýta tøka orku til leiguflúgving, og síggja vit ein stóran vøkstur júst á hesum økinum. Talið á blokktímum fyri leiguflúgvingin er vaksið 56% frá 2022 til 2023. Tyrluflúgvingin er minkað nakað, úr 825 tímum í 2022 til 744 í 2023. Í fjør varð tyrlan boðsend 44 ferðir til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 7,7 minuttum.

- Vit fegnast um góðu gongdina og øll okkara trúføstu viðskiftafólk, umframt alt tað stóra arbeiðið, sum leiðsla og starvsfólk gera fyri at veita eina fyrstafloks tænastu. Vøkstur er á nógvum teimum flestu rutunum, og tað betrar sjálvsagt um grundarlagið fyri støðugt at menna Atlantic Airways og allar okkara atknýttu tænastur. Harafturat fara AW139 og A320 simulatorararnir, sum verða klárir at taka í nýtslu í heyst, at geva okkum ein heilt nýggjan vinnuveg, sum verður Føroyum og føroyskari flogvinnu at gagni, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður. 

London og Tenerife nýggj ferðamál í 2024

Í ár eru tvey nýggj ferðamál løgd afturat rutukortinum hjá Atlantic Airways. Í juni, juli og august verður flogið beinleiðis til London, Gatwick, og í oktober verða tríggir túrar flognir til kanarisku sóloynna, Tenerife. 

Sostatt bjóðar Atlantic Airways ferðafólki beinleiðis rutuflúgving til og úr Føroyum til 13 ymisk ferðamál í 2024: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Oslo, Reykjavík, Edinburgh, París, London, Barcelona, Mallorca, Gran Canaria, Tenerife og New York.

Talið av flogtúrum verður økt, og roknað verður við einum lítlum vøkstri av ferðandi í 2024 samanborið við 2023.

Simulatorar

Í heyst verða spildurnýggju AW139 og A320 simulatorararnir, sum Íleggingargrunnurin og Betri hava fíggjað, klárir at taka í nýtslu. Við hesum gerast Atlantic Airways og Føroyar gerast tá ein altjóða miðdepil fyri tyrlu- og flogvenjing, har flogskiparar úr øllum heiminum kunnu koma at venja í framkomnu AW139 og A320 tyrlusimulatorunum. 

Flúgva fyri Føroyar

Okkara fremsta mál er at knýta Føroyar nærri umheiminum til frama fyri føroyingar og føroyska samfelagið. Fjølbroytta rutunetið gevur samstundis útlendingum fleiri møguleikar at vitja Føroyar. Eisini taka vit virkið lut í at menna føroyska ferðavinnu, umframt at tyrlur okkara knýta oyggjar saman og skapa tryggleika.

Virkin luttakari í samfelagnum

Sum virkin luttakari í samfelagnum stuðlar Atlantic Airways á fleiri mótum í føroyska samfelagnum. Tað verið seg bæði ítrótti, mentan, festivalum o.s.fr. Harumframt hevur felagið samstarv við eitt nú við Landssjúkrahúsið og MEGD. Eisini hevur Atlantic Airways sonevndu Sveiggj-skipanina, har ungdómur og føroysk fulltíðarlesandi kunnu keypa ferðaseðlar fyri serprís. Sostatt gerst tað lættari hjá teimum, ið lesa uttanlands, at varðveita tilknýtið til Føroyar og føroyska samfelagið.

Nevndin

Aðalfundurin afturvaldi somu umboð í nevndina, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen Black, Jens Eystein í Løðu og Tommy Andreasen. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder