juni 2021 varð Árni Skaale valdur av Vinnulívsráðnum í Klaksvík at umboða seg í stýrinum fyri grunnin, Mentanarhús í Klaksvík.
Árni Skaale hevur verið ein virkin vinnulívamaður, uppfinnari, og umframt tað ein virkin skóti í langa tíð. Har afturat hevur hann nógvar góðar eginleikar og hevur verið kveikjandi fyri stýrið og lagt nógv gott afturat arbeiðnum hjá stýrinum, sum m.a. stendur fyri byggingini av mentanarhúsinum í Klaksvík.
Nú hann gjørdist landsstýrismaður í fiskivinnumálum, mátti hann leggja allar nevndarsessir frá sær – eisini sum stýrislimur í stýrinum fyri grunnin, Mentanarhús í Klaksvík.
So á stýrisfundi í gjár takkaði Árni fyri seg, og Jóhanna C. Christiansen, forkvinna handaði honum blómutyssi og bókina, Herkin Herðindi hjá Arnstein Niclasen – hetta sum tøkk fyri virðismikið arbeiði í stýrinum. Hann fekk eisini við sær góð ynski um góða eydnu í nýggja starvinum sum landstýrismaður í fiskivinnumálum.
Í stýrinum sita Jóhanna Christiansen, Karl H. Johansen, Jógvan Skorheim – tey umboða býráðið, Heri Ellingsgaard vegna Norðoya Listafelag, Louis Poulsen vegna Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Gunn Hernes vegna Norðurlandahúsið og so Árni Skaale vegna Vinnulívsráðið í Klaksvík, sum nú er farin úr stýrinum.
Vinnulívsráðið velur annan lim at umboða seg í stýrinum í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald