2022-01-11 17:24
Sum vit skrivaðu í gjár, so eru tað í løtuni seks skip ið bíða eftir landingartørni hjá Havsbrún í Fuglafirði.
Vit hava í dag spurt nýggja landsstýrismannin í Fiskimálaráðnum, Árna Skaale, um hann hevur nakrar ætlanir um, at lata upp fyri at svartkjaftaskipini sleppa at landa uttanlanda.
Árni sigur at í løtuni hava tey ongar ætlanir um, at lata uppfyri at skipini sleppa at landa uttanlanda. Tað er so stutt fráliðið enn segði Árni tá ið vit tosaðu við hann fyrr í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald