2022-01-14 07:58
Arctic Voyager, ið hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, setti tíðliga í nátt kós á Fuglafjørð.
Arctic Voyager hevur henda túrin fingið um 1800 tons av svartkjaft, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði. Arctic Voyager sleppir helst framat sunnudagin.
Birita eigur fyrst landingartørn, og síðani eigur Christian.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald