Vinna

Arctic Viking siglir heim úr Barentshavinum

Beint eftir middag fór Arctic Viking at sigla heim úr Barentshavinum fullfermdur, teir hava 670 tons, tað seinastu tíðina hava teir roynt suður úr Bjarnoynni.

2024-01-06 15:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Bjarni Petersen skipari skrivar til JN.fo:

Vit eru farnir at sigla heim, hava júst verið um Norska Tjekkpunktið

Vit hava ca 670 ts av lidnari vøru, tað er knapt 1000 ts av livandi vekt

Mesti parturin er torskur HG

Vit fóru avstað 7 nov so í morgin er tað 2 mánaðar.


Vit byrjaðu i Russiska partinum, men har var lítið at fáa. Ca 1/3 av torskaleiðunum har var stongt líka til 22.dec på grund av ´´rocket og artillery firing´´   . Har vóru øgiliga nógvir Russiskir trolarir, eini 70 stk, so tað var ofta trongt , eisini tí økið bleiv nógv minni vegna stongd økir.

Størsta problemi i Russiskum sjógvi var at har var ov nógv hýsa allastaðni, so sera ringt var at finnað nakað økið har bert torskur var, tí hýsukvotan var begreinsað


Vit fóru i Norskan sjógv 24.dec, her hevur so verið naka fragari fiskarí, men her var trupuleikin ov nógvur svartkalvi, sum vit mugu ikki hava max 7% av

So tað er óluksáliga ringt at fiska rætt í dag, kann eg heilsa og siga.


Annars siga menn sum eru vanir her at teir hava ikki vita um so vánaligt heyst til fiskarí sístu 20 árini.  So torskastovnurin her er i stórari minnking hóast strangar kvotir.

20 mans eru við hendan túrin - 19 menn og 1 kvinna.

Teir verða heima seint týsdagin ella tíðliga mikudagin, Arctic Viking landar í Klaksvík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder