2022-01-06 08:50
Kollfjarðatrolarin Arctic Viking, sum hevur fiskað tosk í russiska partinum av Barentshavinum, er á veg heim við fullari last - 630 tons av kappaðum t.e. 933 tons av rundum - teir fóru avstað 10. november.
Hetta er fyrsti túrur, sum Arctic Viking hevur fiskað tosk, tað hevur gingið væl.
Manningin telur 18, skipari er Heri Thomsen.
Skiparin sigur við okkum í morgun, at teir rokna við, at verða á Kollafirði týskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald