Vinna

Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í juli

Tað er 0,4 prosentstig hægri enn í juli mánað í fjør, tá tað var 0,7 prosent.

2024-08-26 16:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir øki. Í juli var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,4 prosentum, sum er 0,6 prosentstig lægri í mun til juli í fjør. Í øllum hinum økjunum er arbeiðsloysi størri samanborið við í fjør. Suðuroyar øki hevur størsta arbeiðsloysi við 2,5 prosentum, sum er 1,3 prosentstig hægri í mun til í fjør. 



Størst arbeiðsloysi millum tey 25 til 34 ára gomlu

Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,4 prosent arbeiðsleys í juli. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 55 til 66 ára gomlu við 0,8 prosentum.   



Ein tíggjundapartur eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í juli vóru 36 persónar ella 10,1 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað er 1,5 prosentstig lægri samanborið við í fjør, men átta persónar fleiri eru langtíðararbeiðsleysir. Í juli var størsti bólkurin av arbeiðsleysum tey, sum hava verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder