Vinna

Annika og Nicolina fara at umboða Føroyar á Ungdómstinginum á Christiansborg

.

2024-12-07 11:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Skúlin á Giljanesi:

Annika og Nicolina fara at umboða Føroyar á Ungdómstinginum á Christiansborg.
Vatn kemur aftur, har vatn hevur verið.
Hetta orðafellið lýsir væl støðuna, nú Skúlin á Giljanesi á fjórða sinni hevur fingið næmingar við á Ungdómstingið á Christiansborg. Hetta er heilt serstakt fyri okkum og næmingarnar, tí tað er bert ein bólkur úr Føroyum, ið verður útvaldur.
Vit fingu fyri fyrstu ferð innbjóðing at luttaka á Ungdómstinginum á Christiansborg í 2018, eftir at samfelagsfrøði gjørdist lærugrein í føroyska fólkaskúlanum. Tá fingu vit eisini næmingar við, sum gingu í 7. flokki, Nikolinu Ravnsfjall og Kristinu Nattestad. Tvey ár seinni, til annað Ungdómstingið, fingu vit 9. floks næmingarnar, Beintu Ellefsen og Ronju Reginsdóttir Olsen, við. Í 2023 vórðu Durita Vón Vidtfeldt og Bjørk Akselsen úr 8. flokki á Ungdómstinginum. Nú í fjórðu royndini av fýra møguligum fara Annika Ravnsfjall og Nicolina Aud í Soylu Selfoss úr 8. flokki at umboða Føroyar á Christiansborg.
Uppskotið, ið tær hava við sær, snýr seg um, at skúlasálarfrøðingur skal verða lógarkrav á øllum skúlum. Uppskotið er væl grundað á hagtøl yvir sálarheilsu hjá børnum og ungum, og hvørja ávirkan eitt slíkt tilboð kann hava á gerandisdagin hjá ungum og á lív teirra. Í viðmerkingum til uppskotið er eisini funnið fram til, hvat eitt slíkt tilboð kostar árliga.
Ungdómstingið verður 27. januar 2025, og vit fara at fylgja við.
Her eru Annika og Nicolina avmyndaðar saman við Inga Wiberg, sum á fjórða sinni hevur næmingar, ið fara á Ungdómstingið á Christiansborg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder