Mentan

Andakt Trúarinnar stríð

”Eg veit, á hvønn eg havi sett trúgv mína, og eg eri vísur í, at hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið til, til hin dagin.” Seinna bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar, kapittul 1

2024-01-29 17:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hetta er seinasta bræv av hond Paulusar. Her sigur hann okkum um tað, ið fyllir sinnið, meðan hann situr í deyðans bíðirúmi. Hann situr aftur í fongsli, hann kennir seg einsamallan og er helst kaldur og illa fyri. Men mótið hevur hann ikki mist ”Eg veit, á hvønn eg havi sett trúgv mína, og eg eri vísur í, at hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið til, til hin dagin.” Tað er eitt orð júst úr hesum brævi. Hann ger enn einaferð búgv sítt upp. Tað eru ikki idylliskir, angandi rósugarðar, ið liggja aftanfyri hann. Heldur alt annað. Tað er ein stríðsvøllur, hann hyggur aftur á. Tað stóð um lív alla tíðina. Ikki eina strálandi karrieru skrivaði hann niður, men helst eina spennandi kapprenning á rennubreytini fyri at fáa tann sigurskrans, ið ongantíð følnar,

Í hesum seinasta kapitli savnar hann so alt: ”Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna.” Nógv var tað, ið hann misti, nógv, ið hann mátti tveita frá sær fyri ikki at seinka renningini. Mangan leikaði hart á. Men eitt hevur hann enn varðveitt. Við undran og tøkk torir hann enn siga, at eitt er ikki tikið frá honum - hóast alt. Ta er trúgvin. Eg havi varðveitt trúnna. Hesi orð skal Paulus hava tøkk fyri! So gekk tað ikki sum fótur í hosa at liva í landi trúarinnar fyri ein mann, ið verður róptur trúarinnar ápostul. Og so kunnu vit onnur vanligu menniskju eisini rokna við, at vit onkuntíð halda, at stríðið er hart fyri at varðveita trúnna.

Er kristinlívið hvíld ella stríð? Her eitur tað ikki annaðhvørt - ella. Tað eitur heldur ikki hvíld elle stríð. Men tað eitur stríð fyri friðin og frið til at stríða okkara stríð við móti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder