Mentan

Andakt: At gera eftir Guðs ætlan

Nóa so gjørdi; hann bar seg at í øllum lutum eins og Guð hevði boðið honum. 1. Mósebók 6. 22

2026-06-02 19:00 Author image
John S. Myllhamar
placeholder

Tað var ein torfør lýdnisroynd fyri Nóa, halda vit. Búnaðarmaður var hann, búði á turrum lendi, og tó fekk hann boð um at byggja sær eitt skip har. Tað sá skilaleyst út. Fyri øðrum, ja, men ikki fyri honum; tí hann hevði eitt orð frá Guði at ganga eftir. Tað var honum nóg mikið. Ikki eini einastu atfinning ella mótmæli kom hann við. Hann dreiv bara á við arbeiðinum fyri at gerast liðugur til tíðina. Hann gjørdi tingini í tí raðfylgju, sum Guð legði til rættis fyri hann.

So einfalt og líkatil skal eitt menniskja bera seg at móti Guði. Tað er rætti hátturin, allir aðrir hættir eru skeivir. Tað hoyrir ikki okkum til, at taka Guð í skúla og krevja hann til roknskap fyri allar smálutir í hansara ætlanum. Skaparin skyldar ikki skapningi sínum nakra nærri frágreiðing enn hana, hann sjálvur ókravdur vil geva. Ta er vanntrúgv at vilja tráspyrja Guð um, hvat møtir okkum hinumegin veggin. Vit skulu bara stiga beint fram á tí vegi, hann vísir okkum, sjálvt um vit bara síggja eitt fet ísenn. At trúgva er ikki tað, at kunna skáa yvir eitt langt strekkið av vegnum, men at lata Guð sleppa at taka í veiku hond okkara og halda henni fast í síni sterku hond, so at hann kann leiða okkum fram á vegi sínum. Hann sær yvir alt strekkið. Hann veit, nær flóðin mikla kemur, og veit, hvat skal til, fyri at vit skulu verða bjargað gjøgnum hana.

Álitið á Guð er tann síðan á trúnni, sum vendir uppeftir, Tað er hesum, hon livir av. Lýðni er tann síðan, sum vendir úteftir. Tað er hesum, hon skal liva í. Vilja vit ikki tað síðsta, hava vit ov lítið av tí fyrsta. Nóa hevði bæði. Gævi at vit eisini høvdu tað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder