Vinna

Andakt - Góðir vanar

”Men Pætur og Jóhannes gingu niðan í halgidómin um bønastundina, um nónbil.” Ápostlasøgan 3. 1

2024-07-11 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Ein gamal prestur vísti nøkrum ferðafólkum runt í tí gomlu kirkjuni. Ein av teimum ferðandi tók til: ”Eg gleðist um tær mongu kirkjurnar. Men mær dámar ikki tær modernaðu kirkjurnar. Tær líkjast raketrampum til bønir.”

Ja, so funktionalistiskar síggja mangar modernaðar kirkjur út. Við øllum teirra vakurleikasansi hava arkitektarnir ikki havt sans fyri teimum kirkjuligu symbolunum. Ein dani sum hevði livað í útlegd kom aftur til Danmarkar eftir eitt langt lív í tí fjarða. Hann segði frá, hvussu stóran týðning tað hevði fyri hann, at hann, sum var deknur í donsku kirkjuni, búði í einum bygningi sum hevði ein kross á takinum.

Hetta kendi hann sum eina verju móti teimum mongu bumbuálopunum.

Tað er satt, vit heingja okkum í hesi symbol. Tey hava ein týðning fyri okkum, tá ið prestur hellir tríggir lógvar av vatni yvir høvdið á einum barni, og orðini vera søgt: ”Eg doypi teg til navn Faðirsins og Sonarin og Heilaga Andans.” Tey hava ein týdning fyri okkum, at tað við altargangin verður sagt við okkum: ”Hetta er likam Jesu Krist, - hetta er blóð Jesu Krist.” Og tað hevur týðning fyri eitt brúðarpar, at tey bæði undir vígsluni svara ja til spurningin, um tey vilja elska og æra hvønn annan, inntil deyðin ger skilna teirra millum.

Tað hevur eisini týðning fyri okkum at hava fastar bønarstundir. Tey fægstu munnu sum jødarnir hava tríggjar dagligar bønarløtur, men vit hava so tvær, morgun- og kvøldbønina. Góðir vanar eru helvtin av lívinum!

Um vit ikki høvdu teir góðu vanarnar, hevði skjótt gingið aftur á hondina. Ein kann siga: ”Tað hevur ongan týðning, um vit leypa ein dag um!” Jú, tað hevur týðning, ikki fyri Guðs skyld, men fyri okkara egnu!

 týdd ur Kristiligt dagblad
John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder