Mentan

Andakt

” … til hvíldaráir hann leiðir meg. Hann sál mína lívgar ...” Sálmur 23.

2024-12-11 09:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hvíldaráir

” … til hvíldaráir hann leiðir meg. Hann sál mína lívgar ...” Sálmur 23.
Hesin sálmur er lisin upp við mangar sjúkralegur og deyðalegur. Hann inniber ikki bara vakurt huglag – poesi, men ber okkum tann boðskap, vit allarmest hava tørv á, at hvíldaráir finnast her á foldum, og at tað er ljós fyri framman.
Hvíldaráir – hvar eru tær? Tær eru hjá honum, ið segði: tann, sum drekkur av tí vatni, sum eg gevi honum, skal um ævir ikki tysta. Tess verri tað stendur til kring okkum, og tess betur vit síggja, hvussu stendur til hjá okkum her í deyðans dimmu dølum, tess meira fáa vit brúk fyri tí játtan: ”Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð! Sál mín tystir eftir Guði, eftir tí livandi Guði.” Vit kunnu lesa tað í eygunum á menniskjum, tá ið vit eru stødd á einari sjúkrastovu og hava andakt har, og vit kunnu verða sannførd um tað, tá ið vit sita og tosa við eitt mótfalli og bangi menniskja í hesi hørðu tíð, at óttin og longsulin búgva hurð um hurð har inni. Bæði prestar, trúboðarar og annars øll trúvandi menniskju vita tað væl, at hjarta okkara er óróligt, og at ta finnur ikki hvílu, fyrr enn tað hvílir í Guði.
Hvíldaráir – tær eru hjá Jesusi. Undir krossi hansara, har hann sigur: Tað er fullgjørt! Og har vit einfalt taka hann upp á orðið og takka honum, tí at hann doyði eisini fyri okkum.
Hvíldaráir – tær eru har, hann einaferð skrivaði navn teirra sum trúgva í bók sína og segði við tey: Um tú verður verandi í mær, so er tú mín, og teg vil eg ongantíð gloyma! Júst har er tað avgjørt sagt, at Guð er komin fyrst, og at hann hevur tikið á seg alla ábyrdina av, at vit kunnu gerast hansara. Og tá ið ivin stormar móti trúgv okkara við mongum ørandi tonkum, leita vit aftur til hetta staðið. Har sigur hann við okkum: tann, sum vil, hann drekki av keldu lívsvatnsins fyri einki.
Hvíldaráir - tær eru mitt í oyðimørkini, um bara vit vilja oysa úr frelsunar keldum. - So er tá - !

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder