Vinna

Altjóða oyggjaleikanevndin, IIGA, vitjar Føroyar

.

Mynd av Jersey

Mynd av Jersey

2024-04-16 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Fyrsta stóra stigið í oyggjaleikafyrireikingunum í Føroyum verður tikið í hesi vikuni, tá ið altjóða oyggjaleikanevndin kemur á vitjan. IIGA vitjar í Føroyum dagarnar 17.-22. apríl 


Føroyar skulu nú gerast klárar til at hýsa Oyggjaleikunum 2027. Sum liður í hesum er IIGA, sum er altjóða oyggjaleikanevndin, í Føroyum í nakrar dagar fyri at síggja oyggjalandið, sum verður oyggjaleikavertur summarið 2027.


Talan er um eina arbeiðsferð, har nevndin fer at vitja flestu ítróttahallir, vøllir og breytir, sum metast kunnu at verða tikin í nýtslu, meðan Oyggjaleikir eru í Føroyum, eins og tey eisini fara at heilsa upp á umboð fyri lands- og kommunalmyndugleikar, ítróttagreinar og ÍSF. 


Endamálið er at vísa nevndini ítróttaligu hentleikarnar - umframt at vísa á teir hentleikar, sum annaðhvørt skulu umvælast ella eru í gerð. 


Nevndin fer eisini millum annað at heilsa upp á Føroya løgmann Aksel V. Johannesen, sum eisini er verji fyri ítróttinum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, sum umsitur ítrótt, borgarstjórarnar í Havn, Runavík og Klaksvík og aðrar myndugleikar við.


Ítróttasamband Føroya er vertur hesar dagarnar, meðan IIGA er í Føroyum. Ferðalagið fer av landinum aftur mánadagin 22. apríl. 


Oyggjaleikir eru størsta tiltakið í Føroyum nakrantíð, og teir verða í døgunum 3.-9. juli 2027.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder