Vinna

ALT TIL LANDS, EISINI FØROYSKA MANNINGIN

.

2024-04-18 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

ALT TIL LANDS, EISINI FØROYSKA MANNINGIN?

Við hesari ætlanini hjá Dennis Holm, so verða so líðandi, yvir stutt árðamál, teir síðstu føroysku fiskimennirnir, sum eru eftir umborð á línuskipum, partrolarum og trolbátum, ein saga blot.
Vit koma fáa nógv meira arbeiði umborð, og fáa ongan garantið fyri at vit fáa tann prís fyri vøruna, sum dekkar okkara útreiðslur, og sum so slettis ikki gevur okkum nakran vinning fyri eyka stríði.
Arbeiðsbyran umborð fer 1. árið at gerðast minst 20% størri, næsta árið 40 %, osv., men inntøkan í besta fall verður tann sama.
Hvat høvdu fólk í øðrum vinnugreinum sagt til eina slíka útmelding? Tað hevði verði eitt ramaskríggj!
Alt hetta fyri, at "kanska" fer onkur at knekka koduna og gerða seg ørliga ríkan upp á slógvið, upp á bekostning av okkum kanska 300 føroysku fiskimonnunum sum eru eftir í hesi vinnu.
Men tað ger kanska ikki so nógv, vit hava jú útlendingar at seta ístaðin, er kanska tankin .......

Onkur studningur kundi verði upp á spæl til skip og manning meðan hetta "slógv" skiftið  so líðandi fer fram, men tað noktaði hann blankt fyri. Men í sama Bredda, segði onkur av hansara samgongufeløgum, at tey á landið, sum "kanska" fara at seta mikroskopið niður á 48 kg frysta slógv blokkin frá línubátunum, ella fiskakassan við 10 daga gomlum rotnum innvølum frá einum partrolara, jú tey fáa møguliga stuðul til tess 

Vit, línubátar, taka í løtuni tey hjáproduktini til lands, sum geva okkum tann prís, sum reiðaríð og mannskap kann liva við, her tosi eg um toska- og longu rogn. Restin hevur ongan prís.
Skip og manningar hava als einki í móti nýhugsan, og tað hava tey eisini víst í verkið, men her er man á skeivari leið.


Hví ikki gerða hetta experiment við teimum uml.10% sum útróðrarflotin kemur upp á land við dagliga?, og um tað vísir seg at her eru milliardir at heinta, sum Dennis sigur at tað er, so kann man so líðandi taka restina av flotanum við.

Men at føra fleiri 10.000 tons av innvølum og høvdum til lands, og "forerða" tað til Havsbrún og Høvdavirkið, við vón um at "onkur" einaferð í framtíðini spinnur gull upp á slógvið, tað vil føroyski fiskimaðurin ikki standa modell til, og fara teir so líðandi eisini í land.
Havsbrún og Høvadavirkið kunnu seta júst tann prís á vøruna sum teimum lystir, har eru jú eingir aðrir størri aktørar, ið kunnu taka í móti slíkum mongdum. Hetta kann eisini kallast skjúldur stuðul.

Ringt er sum er, at finna fólk til føroysku fiskiskipini, og um 2 ár, tá lastin skal fyllast við 40% av innvølum til ongan prís, tá eru ikki nógvir føroyingar eftir umborð, og ikki vendist aftur.


Marner Joensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder