Tekstur HSF: Fyri fullsettari Mercedes Benz Arena skaptu okkara menn eina risa hondbóltssensasjón. Hóast aftanfyri 23-26, megnaðu okkara at koma afturíaftur við einum fantastiskum endaspurti og gjørdist úrslitið javnleikur, 26-26, móti hondbóltsrisaum, Noreg.
Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi ein megnardyst og var kosin besti leikari í dystinum. Allan dystin á tamb stýrdi hann føroyska álopinum, sum skifti millum skjótt kontraspæl og kontrollerað 7 móti 6 spæl. Elias javnaði eisini til 26-26 við brotskasti, sum hann sjálvur hevði vunnið í allarseinastu sekundunum, tá hann fiskaði bóltin og síðani var feldur í álopsstøðu. Gleði var øðilig og gekk høllin púra bananas. Sigursrúsurin saman við teimum á leið 4.ooo føroysku áskoðarunum var ikki til at seta orð á.
Dysturin gekk javnt á, men vóru tað norðmenn sum fyri tað mesta omaná við 1-3 málum. Føroyar vann seg til tíðir uppá javnt, men so fóru norðmenn fram um aftur. Føroyar vóru aftanfyri 12-13 í steðginum.
Liðini fylgdust allan seinna hálvleik, men tá Torbjørn Bergerud diskaði upp við nøkrum bjargingum og norðmenn løgdu seg framum 26-23, sá svart út. Men eitt reytt kort til Noreg, gott verjuspæl, góðar bjargingar hjá Paula Jacobsen og effektivt álop hálaði okkum uppaftur, og vit fingu eitt tað størsta hondbóltsúrslitið nakrantíð, 26 -26 móti ein av medaljufavorittunum.
Mánadagin klokkan 17, føroyska tíð, mugu Føroyar vinna á Pólandi, samstundis sum Slovenia má vinna við trimum málum ella fleiri á Noreg, um Føroyar skulu vinna seg víðari til millumumfarið.
Føroyskir málskjúttar:
Teis Horn Rasmussen 5
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (2)
Hákun West av Teigum 4
Rói Berg Hansen 3
Óli Mittún 3Vilhelm Poulsen 3
Kjartan Johansen 1
Leivur Mortensen 1
Pætur Mikkjalsson 1
Málverjar:
Pauli Jacobsen 4/15
Nicholas Satchwell 10/25
Sí eisini:
Myndir: Góður stemningur í Kreuzberg
Elias: Eg tordi næstan ikki at droyma um tað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald