Vinna

Aksel, Dennis og Høgni fara til ráðførslu í Uttanlandsnevndini seinnapartin

Uttanlandsnevndin hevur fund seinnapartin í dag.

Teir báðir til vinstru, og Dennis Holm fara í uttanlandsnevndina í dag. Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Teir báðir til vinstru, og Dennis Holm fara í uttanlandsnevndina í dag. Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2023-11-07 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 15 í dag verður ein fundur ið fleiri hava bíða spent eftir. Tá hevur Uttanlandsnevndin fund. 

Á skránni er fiskiveiðuavtalan við Russland, og klokkan 15:15 fara Aksel V. Johannesen (løgmaður), Dennis Holm (landsstýrismaður í fiskivinnumálum), og Høgni Hoydal (landsstýrismaður í uttanríkismálum) til ráðførslu hjá nevndini.

Í nevndini eru:

Bjarni Hammer (formaður), sum tó er í farloyvi, og kemur Henrik Old fyri hann. Bárður á Steig Nielsen (næstformaður), Liljan Weihe, Annika Olsen, Sólvit E. Nolsø, Jacob Vestergaard og Jenis av Rana.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder