Vinna

AKRABERG kemur á Fuglafjørð í morgin

Akraberg hevur havt góðan fiskiskap í Barentshavinum.

2025-04-06 18:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

AKRABERG, sum hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, kemur á Fuglafjørð um 7-8 tíðina í morgin fyrrapartin.

Akraberg fór avstað 24. februar, teir hava 1.100 tons av toski og hýsu og 500 tons av súrløgu, sum teir landa í Fuglafirði.

Tað eru 23 mans við hendan túrin, skipari er Thorfinn Johannesen.

Farið verður avstað aftur so skjótt sum klárt er at fara nýggjan túr.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder