2025-04-10 18:00

Akraberg, sum kom heim úr Barentshavinum seinasta mánamorgun, loystu longu aftur í gjárkvøldið, leiðin liggur aftur í Barentshvið, har føroysku skipini royna.
Akraberg landaði mánadagin og týsdagin og í gjár tóku teir útgerð til nýggjan túr.
Teir plaga at vera 22 ella 23 mans við, skipari hendan túrin er Eyðun á Bergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald