Politikkur

Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Sambandsflokkinum um føsturtøkumálið!

Árni Klein Olsen spyr í sínum lesarabrævi, hví vit framvegis “vassa í fosturtøkumálinum”nú lógin er samtykt, og um vit ikki heldur skulu flyta okkum víðari.

2026-03-15 22:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Men veruleikin er tann, at Sambandsflokkurin bar hetta málið ígjøgnum saman við samgonguni, sum hevur sitið. Tað kann ikki undra, at málið framvegis verður umrøtt – tí avgerðin hevði stórar etiskar avleiðingar.

Fyri nógv okkara snýr hetta seg ikki bara um politikk. Tað snýr seg um eitt grundvirði: virðið av lívinum. Tá lógin varð broytt, varð samstundis latið upp fyri, at eitt lív í móðurlívi kann verða valt frá. Tað merkir í veruleikanum, at lítla barnið í móðurlívinum onga rødd hevur, og einki val fær til lívið.

Tí eru vit tíbetur nógv sum halda, at hetta er ein lóg sum skal verða endurskoðað.

Í einum fólkaræði er tað vanligt at arbeiða fyri at broyta lógir, sum ein heldur vera skeivar. Tað er ikki at “vassa í einum málið” – tað er at taka ábyrgd av teimum avgerðum, sum eru tiknar.

Sjálvandi hava føroyar nógv onnur mál, sum eisini krevja loysnir. Men tað merkir ikki, at vit skulu tiga um eitt mál, sum fyri nógv snýr seg um sjálvt grundarlagið: verjuna av tí veikastu røddini, sum er barni í móður lívið.

Tí siga vit heilt greitt: Lógin um fríari fosturtøku skal verða broytt. Miðflokkurin er einasti flokkur, sum hevur hetta við í valskránni, og tí einasta verja fyri ófødda barninum.


Vinjard Johansen

Miðflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder