Ítróttur

Aftur tætt móti Niðurlondum

Eftir ein eittmáls-sigur og javnleik móti Niðurlendum í vár, koppaði dysturin til niðurlendingar í Golden League í Tróndheimi í gjárskvøldið. Niðurlendingar vunnu 30-29, eftir at teir vóru frammanfyri 14-12 í hálvleikinum.

2025-10-31 08:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Føroyar høvdu avbjóðingar í fyrra hálvleiki og komu illa frá byrjan. Álopsspælið hekk illa saman við tekniskum villum og brendum málmøguleikum. Niðurlendingar vardu væl og hart saman við einum sera vælleikandi Mathias Rex Gordelo í málinum. Elias á Skipagøtu hevði ikki rættiliga hepni við sær í spælinum og skotunum, hann sat eisini uttanfyri eina góða løtu við einum trælæri, sum hann fekk tíðliga í dystinum. Niðurlendingar høvdu nógvar ónollur í verjuspælinum og fingu eisini eitt reytt kort og nógvar útvísingar ígjøgnum dystin. Okkara ernaðust so líðandi, verjan fekk betur fatur á niðurlendska strikuspælinum og Pauli Jacobsen hevði fleiri góðar bjargingar í málinum. Óli Mittún var stórspælandi í álopinum, og høvuðsorsøkin til at Føroyar hálaðu inn, frá at vera aftanfyri 12-6, til hálvleiksstøðuna aftanfyri 14-12.

Seinni hálvleikur var tættur. Pauli Jacobsen stóð enn væl í málinum, men hevði verjan tó enn ilt við at fáa fatur í dagsins leikara og toppskjútta hjá niðurlendingum, strikan Lars Kooij. Føroyar vóru tó betri fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, sum okkara vunnu við trimum. Liðini skiftust hereftur at hava leiðsluna. Tað vóru bert marginalar sum avgjørdu dystin seinastu 5 minuttirnar, ein teknisk villa og eitt brent skot, og so vóru tað niðurlendingar, sum fóru við sigrinum 30-29. Føroyar fingu nógvar leikarar í spæl í dag og vóru tríggir, sum fingu sína frumroynd á A-landsliðnum, Høgni Heinason, Pauli Høj og Pauli Rasmussen.

Eftir dystin var Óli Mittún kosin dagsins leikari hjá Føroyum. Óli spældi ein frálíkan dyst og var ein støðug hóttan móti niðurlendsku verjuni. Hann var føroyskur toppskjútti við 6 málum og vann eisini liðnum fleiri brotskøst.

Næsti dystur hjá Føroyum verður leygardagin móti vertunum úr Noreg. Dysturin byrjar kl. 15.45.

Málskjúttar hjá Føroyum
:
Óli Mittún 6
Hákun West av Teigum 6(1)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (4)
Pauli Mittún 3
Ísak Vedelsbøl 2
Vilhelm Poulsen 2
Leivur Mortensen 2
Pauli Høj 1
Teis Horn Rasmussen 1

Dystargongdin Niðurlond – Føroyar:
5 min. 3-1
10 min. 5-3
15 min. 9-4
20 min. 11-6
25 min. 13-9
30 min. 14 -12
35 min. 16-15
40 min. 18-19
45 min. 21-20
50 min. 22-23
55 min. 26-25
60 min. 30-29

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder