Skulu vit náa á mál við orkuskiftinum, mugu vit byggja framleiðsluna av varandi orku munandi út tey næstu árini. Tí samdust SEV, Kommunufelagið og landsstýrið um at leggja eina tíðarfesta útbyggingarætlan fyri tey næstu fimm árini.
Ein arbeiðsbólkur við trimum umboðum fyri Umhvørvisstovuna og trimum umboðum fyri SEV varð settur at skriva eina frágreiðing um ta tíðarfestu útbyggingarætlanina, og nú er frágreiðingin handað landsstýriskvinnuni í orkumálum.
Landsstýriskvinnan fegnast um frágreiðingina, sum slóðar fyri, at útbyggingararbeiðið kann skipast betur og gerast meira støðugt, so at leggjast kann upp fyri framtíðar orkutørvi og orkuskiftinum. Eftir at hava fingið frágreiðingina tók landsstýriskvinnan stig til kunnandi fundir við allar kommunurnar, sum fáa ein leiklut í sambandi við tey tilmæltu útboðini hetta til 2029. Landsstýriskvinnan hevur hitt Vestmanna, Runavíkar, Sands, Porkeris, Kvívíkar og Húsavíkar kommunu á fundi.
Arbeiðsbólkurin skuldi við frágreiðingini tryggja, at útboð av varandi orku og útbyggingar av elskipanini fáast at ganga hond í hond, so at elkervið á staðnum, har ið útbyggingar verða gjørdar, megnar at taka ímóti tí framleiddu orkuni. Arbeiðið fevndi í stuttum um fyrst at gera eina dagførda framskriving av tí mettu orkunýtsluni og síðani – við støði í hesari – at gera eitt uppskot til eina skipaða útbygging av varandi orku tey næstu fimm árini.
Við tað at ein útbyggingarætlan altíð er grundað á ávísar fyritreytir, sum galda, tá ið ætlanin verður løgd, verður talan altíð um eina løtumynd. Broytast fyritreytirnar, t.d. tí at framskrivingarnar av orkunýtsluni broytast, ella tí at nýggj tøkni talar fyri at endurskoða ætlanina, kann tað ávirka útbyggingarætlanina í størri ella minni mun. Vit eiga tí at endurskoða útbyggingarætlanina á hvørjum ári.
Ein grundleggjandi fyritreyt fyri arbeiðinum at leggja hesa ítøkiligu útbyggingarætlanina hevur verið ein linjurættur niðurskurður í CO2-útlátinum hetta til 2030, tá ið einki útlát skal stava frá elframleiðsluni.
Frágreiðingin kann lesast her:
Útbyggingarætlan Faldari 1, Høvðusfrágreiðing
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald