Vinna

940 milliónir í lønum í januar - vøksturin er 8 prosent

Í januar vórðu góðar 940 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 72 milliónir meira enn í sama mánað í fjør. Hetta er ein vøkstur á 8,3 prosent.

2024-02-14 14:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Hagstovan skrivar:


Menninir áttu 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent 

Í januar áttu menninir um 561 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 60 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 49 milliónir ella 8,7 prosent meira enn í sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu um 377 milliónir, sum eru 27 milliónir ella 7,7 prosent meira enn í sama mánað í fjør. 



Lutfalsliga størsti vøkstur í byggivinnu o.a. tilvirking

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við undanfarna tíðarskeið.

Seinasta árið eru lønirnar í krónum vaksnar mest í 'almennari fyristing v.m.' við 199,4 milliónum krónum. Lutfalsliga er vøksturin størst í  'byggivinnu o.a. tilvirking' við 8,6 prosentum. Fiskivøruídnaðurin er einasta vinnugreinin, sum hevur lægri lønarútgjaldingar samanborið við tíðarskeiðið frammanundan.

Lønargjaldingar, vinnugreinar

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



februar – januarmunur

2022-232023-24mió. kr.%





Tilsamans11.244,011.903,2659,25,9
Almenn fyrisiting v.m.3.837,84.037,1199,45,2
Almenn o.o. tænasta3.837,84.037,1199,45,2
Privatar tænastuvinnur3.486,83.630,9144,14,1
Handil og umvæling1.017,41.050,933,53,3
Gistihús og matstovuvirki225,3225,70,40,2
Sjóflutningur449,4461,812,42,7
Flutningur annars380,2408,628,57,5
Postur og fjarskifti136,4142,35,94,3
Fígging og trygging374,2390,416,24,3
Vinnuligar tænastur502,4522,019,63,9
Húshaldstænastur127,3133,96,65,2
Felagsskapir, mentan o.a.274,3295,321,07,7
Byggivinna o.o. tilvirking1.705,61.851,5145,98,6
Skipasmiðjur, smiðjur331,3374,643,313,1
Annar ídnaður322,1342,720,66,4
Bygging956,01.029,573,57,7
Orku- og vatnveiting96,2104,78,68,9
Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna2.213,82.383,6169,97,7
Landbúnaður25,626,00,41,6
Fiskiskapur1.113,91.208,194,28,5
Ali- og kryvjivirki575,7602,526,84,7
Ráevnisvinna60,572,211,619,2
Fiskavøruídnaður431,6429,5-2,1-0,5
Ótilskilað v.m.6,545,439,0603,7






Løntakarar búsitandi uttanlands áttu slakar 25 milliónir

Niðanfyri síggjast lønargjaldingarnar til løntakarar, sum búgva uttanlands. Í januar var talið á 24,6 milliónum ella 2,6 prosent av lønargjaldingunum. 

Lønargjaldingarnar til fólk búsitandi uttanlands vóru góðar 20 milliónir ella 46 prosent lægri í januar í mun til desember. Av hesum muninum áttu menn nítjan milliónir. Borið saman við januar í fjør er vøksturin 1,2 milliónir krónir ella 5 prosent

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder