Sjálvstýri kom inn í tingið, men í samgongu?
Sjálvur væntaði eg, at Sjálvstýri fór at koma inn, og at tað harvið – matematiskt sæð – økti samlaðu møguleikarnar fyri 17+ fólka samgongu upp í 64 úr 32. Sí talvu.
Men munnu størru flokkarnir – soleiðis sum upplagdi møguleikin nú er fyri samgongu við trimum stórum flokkum, ABC ella ACE – vera hugaðir fyri at víðka eina slíka við minni flokki?
Einki er tó liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og sum vænta fekst ikki nakað endaligt svar í forfólkarunduni. Øll forfólkini tóktust tó rættiliga opin fyri at umrøða allar møguleikar.
Forfólkarunda í góðum tóna og sóma
Í mun til forfólkarunduna í Danmark var ikki í nær námind so ringur stemningur at hóma, hóast bylgjurnar í síðsta landsstýri eisini onkuntíð gingu høgt.
Beint eftir forfólkarunduna vórðu uttan iva onkrar smærri viðmerkingar útvekslaðar um at halda sambandið við hvønn annan, og í hesum døgum verða ivaleyst nøkur sms og msng send.
Forfólkini skulu helst eisini stinga høvdini saman við nýggju tingbólkunum. At sova upp á tingini letur seg nokk eisini betur gera enn í til dømis kommunualpolitikki.
Matematisku møguleikarnir
Fólkaflokkurin er at finna í 51 av hesum íalt 64 – matematiskt - møguligu samgongunum. Sambandsflokkurin er í 43, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru hvør í 41 møguleikum.
Sjálvstýri er í 32 matematiskum møguleikum, meðan Framsókn og Miðflokkurin eru hvør í sær í 37 møguleikum. Men sum so ofta nevnt áður, eitt er matematikkin, annað er politikkurin.
Politiskt kunnu helst allir møguleikarnir, har ið Sambandsflokkurin er saman við Tjóðveldi, útilokaste. Tað finnast annars 26 møguleikar við hesum báðum.
Løgmaður heldur ikki leingi upp á samráðingarrættin
Løgmaður segði á forfólkarunduni, at hann ikki ætlar sær at halda leingi upp á samráðingarrættin, men at hann líka má hugsa um og umrøða hetta saman við sínum flokki.
Sum verturin hjá KVF var inni á, eru løgmaður og formaðurin í Fólkaflokkinum eru nær skyldir. Politikkurin man tó fara at koma í fyrstu røð.
Niels Juel Arge, Tórshavn
Viðmerkjari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald