Stýrið fyri Fiskivinnuroyndir hevur viðgjørt umsóknirnar við støði í innkomna tilfarinum eins og endamálsorðingini í stevnuni fyri Fiskivinnuroyndir, sum er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Raðfest øki eru royndarveiða, góðska á ráfiski, virðisøking av fiski, burðardyggur fiskiskapur, búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum.
Við støði í, at fleiri umsóknir høvdu fingið játtan um framhaldandi stuðul í 2024, vóru einans tkr. 1.460 tøkar at játta nýggjum umsóknum í 2024.
Endaliga niðurstøðan varð, at stýrið mælti landsstýrismanninum til, at 6 nýggjar verkætlanir skulu stuðlast, og at tær 10, sum áður hava fingið tilsøgn um framhald, eisini verða stuðlaðar í 2024.
Tær 6 verkætlanirnar, sum hava fingið játtaðan stuðul, og tær 10, sum halda fram í 2024, eru vístar í talvunum niðanfyri.
Talva 1. Nýggjar verkætlanir, sum tilmæltar vórðu.
Heiti | Umsøkjari | Játtan |
FarCod | Nátturuvísindadeildin | 95 |
Makreltrol | P/F Netastovan | 100 |
LSP / LSP 2 | Delta Seafood | 125 |
Ljós Reki | P/F JFK trol | 740 |
Pilka høgguslokk | Barið Vágar | 210 |
Samegna | Sp/f Nípan | 190 |
Talva 2. Framhaldandi verkætlanir, sum tilmæltar vórðu.
Heiti | Umsøkjari | Játtan |
Reyðsprøka og tunga | Havstovan | 400 |
MSC góðkenning av fleiri fiskasløgum | FISF | 450 |
Innvigingartøl til stovnsmetingar | FISF | 194 |
Royktur uppsjóarfiskur uttanlands | Sjógæti | 300 |
Stovnsgull | Fróðskaparsetur Føroya | 300 |
Taskukrabbi | Biofar | 228 |
Maskinskering av svartkjafti | Varðin Pelagic | 300 |
Sjálvvirkandi ílegging í flakamaskinu | Petur Larsen | 650 |
Smart-fisk. Orkuvinarligari fiskiskapur | Sjókovin | 350 |
Støðan á Føroya Banka | Havstovan | 40 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald