Kundar hjá Føroya Tele, sum brúka farnetið, reika nú á Ericsson-tøkni úr enda í annan. Øll tøknin er staðsett í Føroyum – heilt frá sendistøðunum kring landið, sum veita dekning til kjarnutøknina, ið veitir kundunum ymsu tænasturnar. Á heimasíðuni hjá Føroya Tele, www.ft.fo, fæst nærri kunning um 5G, og hvussu skjótt og væl tú kanst fáa gongd á nýggju tænasturnar.
Nýggir møguleikar spretta burtur úr nýggja farnetinum – eitt nú skjótari samband og betri ljóðgóðska. Talan er um umfatandi tøkni og stórar íløgur. Føroyar hava nú eitt farnet í heimsflokki, har 5G er við til at lyfta føroyska samfelagið upp á ovastu rók við sterkum tráðleysum sambandi, sum er týðandi partur av talgilda samfelagnum.
Stjórin í Ericsson Danmark, Niclas Backlund, fegnast saman við Føroya Tele um avrikið: “Hetta samstarvið hevur veruliga verið slóðbrótandi. Tað er hugtakandi, at eitt so fjarskotið samfelag gongur á odda og leggur støði tvørtur um landamørk, tá talan er um sambindandi fjarskifti (connectivity). Vit eru sera errin av álitinum, at vit sum tøkniligur og strategiskur samstarvsfelagi hava verið við til at gera hetta møguligt. Vit gleða okkum til at síggja nýggj virði verða skapt fyri føroyska fólkið, nú latið er upp fyri nýggjum tøkniligum hentleikum.”
Føroyar eru fjarskotið land, og tí er tað av alstórum týdningi, at veitingartrygdin er í hásæti, tá týðandi samskiftistøkni verður bygd. Veitingartrygdin hevur tískil verið í miðdeplinum í arbeiðinum at byggja nýggja farnetið, soleiðis at samskifti á farnetinum hjá Føroyum Tele riggar ótarnað av møguligum órógvi á uttanlands-sambondunum. Øll kjarnutøknin á farnetinum hjá Føroya Tele er tí staðsett í Føroyum, og hon er bygd við atliti at eyka trygd og mótstøðuføri fyri órógvi. Hetta merkir t.d. dupulta kjarnutøkni, sum er staðsett ávíkavist á Streymoynni og Eysturoynni. Kjarnutøknin stýrir m.a. talu-tænastunum hjá kundunum.
“Hetta er ein stórur dagur fyri Føroyar, og vit hátíðarhalda meira enn bert talgilda sambandið. Við nýggja farnetinum og teimum hentleikunum, sum fólk og vinnulív hava atgongd til, er dentur lagdur á talgilda samansjóðing. Tað merkir, at øll hava atgongd til ta megi, ið sambandið gevur. Partalagið við Ericsson fevnir um meira enn fjarskiftiskervið. Tað er eisini við til at byggja brýr um gjáir – bæði talgildar og geografiskar”, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald