Ítróttur

54.550 fólk búðu í Føroyum 1. desember

Fólkatalið vaks við 478 persónum seinasta árið, og 1. desember búðu 54.547 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,9%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

2024-01-12 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hagstovan: Fólkatalið veksur framvegis, men vøksturin minkar.  Árliga broytingin, sum í 2023 hevur ligið um 1%, er nú komin niður á 0,9%. Seinast, árliga broytingin lá um 1% í longri tíð, var í 2014. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 176 og eini nettoflyting á 302 fólk. 

Talvan niðanfyri vísir, at fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa gongdina í til- og fráflytingini. Trendarnir geva ábendingar um minkingar í bæði tilflyting og fráflyting. Tilflytingin tykist minka meiri enn fráflytingin, og samanlagt minkar hetta um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk. Seinasta árið var hon 302 fólk. 

Færri føðast og doyggja

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa minkingar í bæði føðitalinum og deyðatalinum seinastu tvey árini. Deyðatalið er minkað meir enn føðitalið, og samanlagt økir tað um burðaravlopið. Áðrenn stóru minkingina í burðaravlopinum, sum byrjaði fyri tveimum árinum síðani, lá burðaravlopið millum 200 og 300 børn. Í undanfarna tíðarskeiði var tað niðri á 121 børnum, og seinasta árið var tað vaksið upp á 176 børn. 

Fáir danskir ríkisborgarar leggjast afturat

Talið av persónum, sum hava annan ríkisborgaraskap enn danskan, er vaksið nógv seinastu fimm árini. Men soleiðis er ikki við donskum ríkisborgarum. Danskir ríkisborgarar, sum áður hava staðið fyri størsta partinum av fólkavøkstrinum, stóðu fyri 8% av vøkstrinum seinasta árið. Myndin niðanfyri vísir, at lítil fólkavøkstur var millum danskir ríkisborgarar í Føroyum seinasta árið. 

Flestu kommunurnar vaksa

Seinasta árið vaks fólkatalið í 18 av teimum 29 kommunum. Størsti vøkstur var í Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunu. Í teimum kommununum vaks fókatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík og Saltangará. Fólkatalið minkaði í 10 kommunum og var óbroytt í einari. Fimm av teimum 10 kommununum við minking í fólkatalinum seinasta árið eru í Suðuroy. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. desember 2022 og 2023. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder