Sigatindur landar í Leirvík
Trolbáturin Sigatindur landar í Leirvík, teir hava 55.000 pund, mest hava teir av hýsu og toski.
Jákup Sverri landar í Havn
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri, sum hevur gjørt trolroyndir á Føroya Banka, landar til Barðið í Havn, teir hava 26.000 pund.
Túgvusteinur landar í Havn
Garnaskipið Túgvusteinur landar til Barðið í Havn, teir hava góð 9.000 pund, so gott sum alt er havtaska.
Gudrun landar í Klaksvík
Garnaskipið Gudrun landar til NFCS í Klaksvík, teir hava 9.000 pund, meginparturin er havtaska.