– Hetta var tað, ið vit komu eftir. Vit eru sjálvandi ótrúliga glaðir um úrslitið, men eisini væl nøgdir við dystin sum heild. Tað allar mesta, sum vit høvdu avtalað frammanundan, riggaði. So hetta var heilt fantastiskt, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum.
Tað endaði 1-0 til Føroyar í U21 EM-undankappingardystinum á Andorra National Stadion í Andorra La Vella týskvøldið. Føroyski málskjúttin var Olaf Bárðarson.
Málverjin og miðverjarnir hjá Andorra royndu at spæla seg úr einari trongstøðu, men okkara vóru grammir, og áðrenn teir á heimaliðnum høvdu vent sær, endaði bólturin hjá Olafi. Víkingurin gjørdi skjótt av og bankaði bóltin í netið, uttan møguleika hjá málmanninum at gera nakað við skotið.
Tað, ið eftir var av dystinum, høvdu føroyingarnir tamarhald á. Føroyska iðið spældi væl, og sum heild vóru vit nærri við at økja um leiðsluna, enn at Andorra javnaði.
Tveir aðrir dystir í bólkinum hjá Føroyum vórðu eisini spældir týsdagin. Kroatia vann 2-0 móti Belarus, og í Portugal, har grikkar vóru á vitjan, gjørdist úrslitið eisini 2-0 til heimaliðið.
Næsta uppgáva hjá føroyska U21-landsliðnum er um ein mánað, hósdagin 16. november, á útivølli móti Grikkalandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald