Vinna

4 føroysk skip royna eftir sild á 68N.

.

Mynd: Jens Sigurð Justesen.

Mynd: Jens Sigurð Justesen.

2024-12-08 17:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í kvøld eru 4 føroysk skip stødd í altjóða sjógvi norðanfyri - á ca. 68N og 3V, har tey royna eftir sild, tey eru: Norðingur Christian í Grótinum, Finnur Fríði og Gøtunes, Arctic Voyager og Tasillaq verða á fiskileið har í morgin. So eru 6 russisk skip stødd har um somu leið og eisini Polar Amaroq og Asbjørn eru um somu leið.

Fiskiskapurin er smáligur.

Fleiri føroysk skip eru á Fuglafirði, har tey hava landað, tey fara helst avstað aftur í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder