Ítróttur

25 ára gamli Erik Gunnarson er nýggjur í hópinum hjá 07 Vestur

Talan er um leikara við nógvum royndum úr næst- og triðbestu deildini í Svøríki.

2024-03-12 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Erik spældi ungdómsfótbólt við IFK Gøteborg. Hann hevur 61 dystir fyri U19 og U21 liðini hjá IFK. Eisini fekk hann nakrar dystir á Ungdómslandsliðunum hjá Svøríki.

Seinastu árini hevur hann spælt við Utsiktens BK í næst- og triðbestu deildini í Svøríki. Har hevur hann spælt 153 dystir.

Sostatt er talan um ein rættuliga royndan miðverja, sum eisini kann spæla sum vinstri bakkur. Við hansara royndum kemur hann heilt vist at styrkja um verjupartin hjá 07 Vestur.

Erik kom til landið fyrradagin og er byrjaður at venja við hópinum hjá 07 Vestur.
Vit ynskja honum vælkomnum og blíðan byrð.

07 Vestur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder