Vinna

2023 hilnaðist væl hjá Tjaldur

Árið 2023 gjørdist eitt gott ár fyri vinnufelagið Tjaldur.

2024-02-15 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri samtakið gjørdist úrslitið kr. 134 mió. áðrenn skatt og kr. 119 mió. eftir skatt.

Samlaða sølan í samtakinum var omanfyri kr. 1,8 milliard, og starvaðust omanfyri 400 fólk í feløgnum, ið Tjaldur hevur týðandi leiklut í.

Um úrslitið og gongdina sum heild sigur Janus Thomsen, stjóri “Okkara visjón í Tjaldur er at menna feløg vit eru errin av. Saman við okkara leiðslutoymum, stremba vit eftir tí hvønn dag, og er úrslitið í fjør eitt gott dømi um dygdargott arbeiði av starvsfólkunum og leiðslutoymunum í okkara dóttirfeløgum”

Tjaldur hevur virksemi innan fleiri vinnur í bæði Føroyum og uttanlands, og leggur felagið áherðslu á at byggja vinnuliga, og á tann hátt skapa virðir. Størsta virksemi uttanfyri Føroyar er í Norra og Bretlandi, og verður dentur lagdur á burðardygga menning.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder