Vinna

  Størsti parturin av haldføristrupulleikanum liggur hjá kommunum

Eldraøkið liggur hjá kommununum meðan heilsuøkið og pensjónsveitingin liggur hjá landinum. Í framtíðini fara eldraútreiðslurnar hjá kommununum at veksa væl skjótari enn tær hjá landinum.

2024-01-25 10:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Kommunurnar fara at hava meginpartin av haldføristrupulleikanum, bæði tí at útreiðsluvøksturin er nógv størri hjá kommununum, enn hjá landinum, tí útreiðslurnar hjá kommunum er røktarútreiður, sum fara at fylgja talinum av 80+arum. Talið av 80+ veksur við 147% fram til 2062. Harumframt hava kommunurnar nógv minni inntøkur enn landið, sum tær kunnu brúka til fyri at minka um haldføristrupulleikan. Kommunurnar fara ikki at kunna bera komandi útreiðsluvøksturin. Hetta merkir ikki, at kommunurnar ikki kunnu umsita eldrarøktarøkið í framtíðini, men tað verður neyðugt at gera ein nýggjan fíggingarleist.

Bulurin av eldraútreiðslunum hjá landinum eru pensjónir og heilsuøkið. Eldraútreiðslurnar til pensjónir veksur við samlaða talinum av pensjónistum. Talið av pensjónistum 67+arum veksur við 72% fram til 2062, og útreiðslurnar fara tí at veksa við áleið eins stórum vøkstri.

Nýtsluútreiðslurnar og rakstrarflytingarnar til heilsu eru vaksnar við 70% síðan 2010, og tað eru serliga útreiðslurnar til sjúkrahús, ið geva íkast til hendan vøkstur. Heilsuútreiðslur eru í stóran mun tengdar at aldri. Demografiska gongdin við alsamt fleiri eldri, fer at føra við sær, at almennu nýtsluútreiðslurnar til tænastur innan heilsuøkið, sum fella teimum eldru í lut, koma at vaksa munandi komandi áratígguni. Tað er harumframt ein sannroynd, at útreiðslur til heilivág vaksa á hvørjum ári, og at alsamt vaksandi krøv til sjúkrahúsviðgerðir føra við sær, at heilsuútreiðslurnar eru vaksandi. Eitt vaksandi fólkatal hevur harumframt ta ávirkan, at tað gerast fleiri brúkarar av sjúkrahúsverkinum.

Eldrarøktin, sum liggur hjá kommunum, verður sum heild mett at fylgja talinum av eldri pensjónistum, tvs. 80+ ára gomlum, tí tey flestu, sum hava heimarøkt og røktarpláss á ellisheimi fyri neyðini, eru omanfyri 80 ár. Talið av eldri pensjónistum veksur góð 147% frá 2023 fram til 2062, tvs. at talið meir enn tvífaldast. Sostatt fara eldraútreiðslurnar hjá kommununum at veksa væl skjótari enn eldraútreiðslurnar hjá landinum.

Inntøkurnar hjá landskassanum vóru í 2023 9,2 mia. kr., meðan inntøkurnar hjá kommununum vóru 3,3 mia. kr. Tískil er avbjóðingin hjá kommunum nógv størri og átroðkandi, enn hjá landinum, tí tær koma at nýta ein størri og størri part av inntøkunum til eldraøkið komandi mongu árini.

Saman við eini hækking av pensjónsaldrinum, eru íløgur og nýhugsan av eldraøkinum neyðugar fyri at venda negativu útreiðslugongdini og beina fíggjarpolitikkin á eina meira haldgóða kós. Kommunurnar eiga beinanvegin at fara undir íløgur, sum kunnu gera eldrarøktina bíligari, enn hon er í dag.

Les meira í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiskt haldføri her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder