Í dag er seinasti dagur, at tað einans er gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin 2023 til serligan prís, tí í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum. Vinnudagurin er altíð vælumtóktur millum føroyskt vinnulívsfólk og tey, sum onkursvegna hava samband við føroysku vinnuna.
At hoyra á Vinnudegnum 2023 verða
Mia Wagner, vinnulívskvinna, viðstovnari av Nordic Female Founders, íleggjari og fyrrverandi løvinda í Løvens Hule.
Jon Andersen, fyrrverandi fótbóltsspælari, strategiskur stjóri og stovnari av STATE.
Shawn DuBravac, framtíðargranskari og hevur skrivað bestseljara hjá New York Times Digital Destiny og er stjóri í Avrio Institute
Óli Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og stjóri í Navia.
Eisini verður samrøða við Ólavur Ellefsen, íverkseti og ritbúnaðarverkfrøðingur, sum fer at práta um talgildu umskipanina og útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum.
Veitslan í ár verður hildin í Perluni og Reinsarínum.
Í dag afturat er bert møguligt hjá limum at melda til. Í morgin verður møguligt hjá øllum at melda til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald