Í gjár, mikudag, komu tjaldararnir, og í dag byrjar so tónleikurin og öll hini tiltökini á festivalökinum í Syðrugötu, sum vit hava glett okkum so nógv at bjóða festivalgestunum til.
Á skránni fyri dagin í dag eru bæði filmssýningar, samröður og sjálvandi mest av öllum tónleikaframförslur. Tey sum fara á stóra pallin á sandinum í dag eru Eivör, Saint Levant (PS/FR), og Lucky Lo (SE/DK), sum leggur fyri. Á spæliplássinum verða millum annað Marius DC, Dania O. Tausen, Tamara og fyrsta konsertin í Föroyum við Jazzygold, sum er nýggja verkætlanin hjá Jasmin Mote. Lagt verður fyri við kjaki og filmssýningum í Fjósinum, har svenska La Fleur trýnir pallin seinni.
Hoyr Mariannu Nagata presentera skránna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald