Politikkur

Hvussu skulu vit liva

Landsbankin sigur frá øktari nýtslu hjá føroysku húsarhaldunum, sum stavar beinleiðis frá stóra prísvøkstrinum higartil í ár.

2022-09-24 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bank Nordik ávarðar kundar sínar um, at fíggjarliga trongar tíðir er fyri framman.

Útvarpið viðgerð í fleiri av sendingum sínum støðuna, nú tað sansar at hjá fleiri og fleiri føroyingum.

Talið á stuðulsumsóknum frá fíggjarliga sperdum familjum til Barnabata er tvífaldað.

Facebook er á tremur við dulnevndum uppsløgum, har fólk biðja um hjálp til mat og brennievni.

Kanska tað mest hjartaskerandi, vit hava hoyrt í tíðindunum hesa vikuna er, tá djarva 25 ára gamla Sára Jørgensen sigur: “Onkuntíð má eg velja um tað skal vera eg ella børnini, sum eru mett.”

Hetta er fyrstu ferð í 14 ár, at vit hava havt so stóra príshækking í brúkaraprístalinum, sum vit hava sæð í øðrum ársfjóðringi í ár, og tað er einki at siga til, at tað merkist alvorliga hjá teimum allarflestu av okkum, ikki minst hjá smábarnafamiljum, og enn meira hjá teimum familjum, sum hava einligan forsyrgjara, nú tað verður mett, at tað verður umleið 30.000 kr dýrari at liva árliga. Tað eru einar tvær mánaðarlønir hjá nógvum føroyingum. Ei undir í, at áhugin fyri vaskiarbeiðum um kvøldarnar er øktur.

Okkum tørvar skjótar, men langskygdar loysnir frá landsins myndugleikum, og hóast tað sigst, at allur bati bøtir, so er tað als ikki nokk við stuðulinum til olju frá landstýrismanninum í Almannamálum, sum er ein eingangsupphædd á 7.000 kr.

Fyrst og fremst mugu lønirnar upp í teimum lágu lønarbólkunum, og tað fara vit at gera alt fyri, tá vit fara at stríðast fyri lønarviðurskiftunum hjá okkara limum í heyst, men tað takið taka vit ikki einsamøll – til tað krevst eisini ein politisk raðfesting av lønunum hjá starvsfólkunum í vælferðarøkinum.

Tað skuldi verið peanuts hjá okkum, sum – tvørt at siga – teljast millum heimsins ríkastu samfeløg.


Tórshavn 23 septembur


Bingerð H: Fosságil, forkvinna

Heilsurøktarafelagið

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder