Um Javnaðarflokkurin fær valdið, skulu øll fáa frítt at fara har tey vilja og tá tey vilja, uttan at spyrja nakran eftir. Øll skulu ókeypis og óskipað sleppa at kleyra hagarnar niður, uttan fyrilit fyri vøkstri, fuglalívi og landbúnaði.
Í fyrsta umfari "bara" føroyingar, danir og grønlendingar. Men vita bara, seinni koma øll heimsins ferðafólk. Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi.
Tey sum eiga og hava jørðina sum sín vinnuveg, sleppa ikki longur at dríva landbúnað í frið, sigur Aksel. Føroyska jørðin skal ikki brúkast til matframleiðslu at breyðføða Føroya fólki. Nei, sambært Akseli, skal jørðin frameftir verða eitt stórt óregulerað spælipláss.
Hetta minnir ikki sørt um utopisku dreymarnar hjá Stalin og Mao. Teir gomlu kommunistarnir ímyndaðu sær eisini, at ognartøka og statsstýring vóru lykilin til paradis á jørð. Hvør var avleiðingin? Oyðilagdur landbúnaður, hungursneyð og borgarakríggj.
Heimssøgan er full av ræðudømum frá miseydnaðum londum, sum avtaka ognarrættin og kúga tað vinnuliga frælsið.
Júst tí eru hesi bæði hugtøkini eisini grundarsteinar í øllum vesturlendskum rættarsamfeløgum. Júst tí eru hesi hugtøk eisini tryggjaði væl við lóg hjá okkum.
Er Aksel Johannesen ikki løgfrøðingur? Veit hann ikki at hvørsmansrættur er ognartøka? Og at hansara ábyrgdarleysa uppskot fer at skapa ógvusligt klandur og stríð, ikki bara í rættarskipanini, men millum fólk úti um alt landið?
Nei, populistar leggja einki í avleiðingarnar av sínum egnu uppskotum. Ein veðurhani velur ikki politikk eftir hvat er semjusøkjandi og skilagott fyri fólk flest. Í staðin fyri at fáa eitt skilagott samskifti í lag við tey sum varða av jørðini, stýrir Aksel bara blint eftir hvønn veg vindurin blæsir í vónini um at skora sær nøkur bílig poeng.
Skal nøkur semja fáast í lag, um hvør kann ganga hvar og nær í haganum, er fyrsta treytin sjálvandi, at lógarfesti, ognar- og ræðisrætturin verður virdur.
Tí vil verðandi samgonga sjálvandi heldur samskifta og samstarva við festarar og ognarfólk, fyri at finna tað bestu felags loysnina fyri okkum øll.
Men Javnaðarflokkurin hevur aðrar ætlanir, um tey koma til valdið.
Sterkasta drívmegin hjá sosialistunum er enn sum áður - øvundsjúkan. Ein óhugnalig havisjúka, sum øsir fólk upp ímóti hvørjum øðrum og gevur teimum kensluna av, at tey hava rætt til (ókeypis) at taka alt frá øðrum, eisini tað sum tey ikki eiga.
Eg skal veita vissu fyri Javnaðarflokkinum, at tað fer ikki at eydnast tykkum at grava hesa djúpu gjónna millum føroyingar.
Tykkara vanvirðing fyri privata ognarrættinum og vinnuliga frælsinum hjá landbúnaðinum, hjá fleiri túsund føroyingum úti um alt landið, fer ongantíð at bera á mál.
Javnaðarflokkurin kann fara onkra aðrastaðni við sínari sosialistisku kollvelting.
Tit sleppa ikki at skapa kaos her heima í Føroyum.
Jacob Vestergaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald