Politikkur

Hví steðgaði eg ikki á?

Veðrið var gott hendan leygarmorgunin fyri 10 árum síðani. Vit vóru fleiri, sum runnu ein túr kring Havnina. Komin á Tinghúsvegin, áraka SMS, sá eg ein mann snara um hornið á Jústsgøtu og ganga oman ímóti okkum. So hvørt, sum vit nærkaðust, hugsaði eg at steðga á og práta við hann.

2022-10-10 20:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Hetta var ein ungur maður. Vakur evnaríkur maður, sum flestøll vistu, hvør var. Nú gekk hann eitt sindur framyvirboygdur. “Nú steðgi eg og sigi honum eitt sindur um, hvussu deiligan eg haldi hansara tónleik vera. At eg havi spælt eitt av løgunum í eini sending. Ella sigi, at eg einaferð var við til at skriva eitt bræv til hansara. Ella, at eg hevði brúkt eina grein, eina vangamynd av honum, í undirvísing míni”. Tað var eftir eina heldur ógvusliga hending, sum varð nógv umrødd. Nakað soleiðis hugsaði eg. Men, eg kendi hann ikki, og visti ikki rættuliga, hvat eg skuldi siga. Tað er ikki lætt at steðga og práta við fólk, sum tú ikki kennir. Og slett ikki, um tey síggja út til at ganga í síni egnu verð, og ikki hyggja uppá teg á ein hátt, sum bjóðar tær inn. Eg kundi eisini bara givið honum eitt klemm. Men, tað hevði verið at farið um mark – hansara og míni egnu. Vit kendust jú ikki.

  Tá vit nærkaðust, setti eg ferðina niður og eitt evarska líti bil høvdu vit eygnasamband. Eg smílti varliga. Hann sá so ræðuliga keddur út. Soleiðis er tað í øllum føri í minninum. Men so var løtan burtur, og vit vóru farin framvið. At steðga og práta bleiv verandi ein tanki.


Heilt fáar dagar seinni, hevði ungi maðurin sagt lívinum farvæl. Hann takkaði fyri seg, júst á altjóða sálarheilsudegnum, og setti harvið ein varða, sum kann minna okkum á, ta stóru ábyrgd, vit sum medmenniskju hava. Sum politikarar hava. Sum samfelagið hevur.


Tað fer ongantíð ein 10. oktobur framvið, uttan at eg hugsi um hann. Og um, at hóast tað neyvan á nakran hátt hevði broytt lagnutungu avgerð hansara, so hevði hann í øllum føri kent fløvan ta løtuna. Ella vita, at vit vóru nógv, sum hildu av honum og hansara tónleiki. Tað visti hann longu, eg veit. Tí hann hevði nógv, sum vóru góð við seg. Fái framvegis hesa tungu kenslu í bringuna, tá eg hugsi um Rasmus og fleiri onnur, sum mistu vónina og ikki longur sóu ljósið. Ella, ikki orkaðu at síggja tað.


Alt ov mong stríðast. Serliga ung, og eitt fleirtal av teimum eru ungar kvinnur. Annarhvør okkara hava, í ella meira ella minni mun, tunglyndi ella sálarligar avbjóðingar. Tað liggur ein so sera stór ábyrgd á okkum øllum, at finna vegin til at gera pínuna minni. Og á okkum politikarum at tryggja, at eingin verður sleptur uppá fjall. At vit raðfesta, ikki bara sálarfrøðiliga økið, men alt tað, sum ger, at samfelag okkara rúmar øllum. Eisini teimum, okkum, við sálarpínu. 


Inniliga takk øll tit, sum í starvi og lívi tykkara stríðast fyri at bøta um. Her skal ein kollvelting til, tí tað kann ikki vera rætt, at alsamt fleiri børn og ung fáa sálarligar avbjóðingar í tí landi, vit annars elska at kalla heimsins besta.


Tað loysist ikki eftir einum degi. Men um vit øll semjast um at raðfesta sálarheilsuna hægri, fer støðan at batna. Og latið okkum steðga á og vera hjástødd.


Eg rann víðari henda vakra leygarmorgun, og eri so hørm um tað <3


Á altjóða sálarheilsudegnum 10.10.2022


Bjørt Samuelsen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder