Vinna

HSF: Lutakast til HM endaspælið hjá U19-monnum

Í morgin, fríggjadagin 3. mars kl. 11.00, verður lutakastið til HM-endaspælið hjá U19-monnum.

2023-03-02 10:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska liðið vann seg til HM við at gerðast nr. 9 til U18 EM-endaspælið í Montenegro í 2022.
Liðini eru styrkismett í 4 løg, sum verða drigin í 8 bólkar á 4 lið:
Pottur 1: Egyptaland, Spania, Svøríki, Týskland, Ungarn, Danmark, Noreg, Portugal
Pottur 2: Suðurkorea, Kroatia, Føroyar, Ísland, Slovenia, Montenegro, Argentina, Eysturríki
Pottur 3: Ruanda, Iran, Saudi Arabia, Norðurmakedonia, Japan, Brasil, Kili, Marokko
Pottur 4: Meksiko, Burundi, Algeria, Kekkia, Bahrain, USA, Ný Sæland, Vinnarin av IHF Trophy
HM-endaspælið verður leikt í tíðarskeiðnum 2. – 13. august í Kroatia í býunum Koprovinica, Varazdin, Rijeka og Opatia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder