Vinna

Høgaberg kemur á Fuglafjørð við sild

Høgaberg hevur fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri.

2022-01-26 22:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg er á veg á Fuglafjørð við 1.400 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi á umleið 68,3N og 1E.

Teir fiskaðu í eitt gott døgn.

Høgaberg skal landa til Pelagos, teir verða á Fuglafirði um 4-5 tíðina seinnapartin í morgin.

Trý norsk skip vóru á leiðini har Høgaberg var og nú er Tróndur í Gøtu á veg hagar, teir verða á fiskileið í morgin

Nú er veðrið gott norðanfyr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder