2026-07-17 18:41
Í morgin koma fýra bretsk F-35B flogfør í føroyskt loftrúm í sambandi við eina leiti- og bjargingvenjing, sum verður gjørd í samstarvi millum VØRN, bretska flogberan, Prince of Wales, og NATO.
Flogførini hava støð á bretska flogberanum, HMS Prince of Wales, sum er eystanfyri Føroyar. MRCC, Brimil og tyrla taka lut í venjingini, sum er partur av NATO-átakinum NEPTUNE STRIKE.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald