Ítróttur

Hjalti gjørdi ársins mál

Við umleið 40 prosentum av atkvøðunum, gjørdist tað Hjalti Strømsten úr B68, ið skoraði ársins mál 2024 í Betrideildini hjá monnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-10 19:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: – Eg haldi ikki, at har var so nógvur vindur, sum tit vilja gera tað til. Men tað er sjáldan, at man fær ein sovorðnan bólt ímóti sær, so eg valdi bara at knalla til, og hann sat akkurát har, sum eg vildi hava hann

Tað sigur ein ikki sørt ovfarin, men eisini væl nøgdur Hjalti Strømsten, tá hann skal seta orð á sjálvt málið, sum vísti seg at blíva ársins mál 2024 í Betrideildini hjá monnum. Málið bleiv skorað í 22. umfari, tá toftamenn høvdu vitjan av Víkingi.

Ársins mál er funnið í samstarvið við Televarpið, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni. Fimm mál vóru at velja ímillum, og tá talt var saman, hevði málið hjá Hjalta Strømsten fingið umleið 40 prosent av atkvøðunum.

Umframt heiðurin og eina minnisplátu, fekk Hjalti eisini handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá EFFO, og eitt gávukort upp á 1.000 kr. frá NORT.

Tilsamans 434 mál vórðu skorað í Betri Deildini hjá monnum farna kappingarár. Til stuttleika kann nevnast, at Hjalti Strømsten gjørdi eitt mál í 2024, og samstundis er hetta annað árið á rað, at ein B68’ari skorar ársins mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder