Mentan

Hin erligi Gunnar vitjar á Viðareiði

Øll munnu kenna Gunnar Hjelm. Nógv kenna uttan iva eisini brøgd hansara sum bodybuildari, men tey fægstu munnu kenna veruligu bakgrund hansara. Var Gunnar ikki ein tápuligur apukattur, sum bara ynskti at gera seg upp?

2025-02-28 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 





BÓKAFRAMLØGA: Leygardagin verður høvið at hoyra hann greiða frá sínum øðrvísi lívi og síni serstøku søgu. Hetta hevur hann longu gjørt á fleiri støðum kring oyggjarnar.

Hvør skuldi trúð, at hesin smædni, lágvaksni, men tó viljasterki smádrongurin úr Vági, nøkur ár seinni skuldi megna at gerast næstbesti bodybuildarin í danska kongaríkinum.

Hetta tiltakið á Viðareiði verður skipað í samband við eina bókaútgávu um lív hansara. Bókin eitur “Vilji er lekjandi máttur”, sum Hans Stephanson Egholm hevur skrivað.

Í erlbókini sigur hann einfalt og erliga frá, hvat tað hevði at týða fyri hann, at standa bæði brúnur, innsmurdur í babyolju og í smølum undirbuksum frammanfyri hundraðtals suðringum á palli í høllini í Trongisvági, tá jóansøka var hildin har í 1987.

Í bókini sleppur Gunnar væl og virðiliga til orðanna at greiða frá, hví hann partú skuldi gerast bodybuildari, og ikki fótbóltsspælari ella svimjari sum so mangir aðrar javnaldrar hansara. Og hví, ið hann ongantíð gavst á hondum, tá alt gekk ímóti? Ja, hvar fekk hann henda ótrúliga sterka viljan frá, tá hann ferð eftir ferð fór á føtur aftur, eftir at hava ligið niðri?

Nú Gunnar kemur til Viðareiðis, sleppur hann við egnum og eyðmjúkum orðum at siga frá síni lívsgongd – og sjálvandi geva sítt svar uppá, hví hann bleiv sum hann bleiv. Kundi tú, Gunnar ikki gjørt okkurt annað enn bodybuilding?

Mong eru evnini, ið ein kann taka fram, tá ein tosar um Gunnar Hjelm. Her á Viðareiði verður í øllum førum høvið at fáa svar uppá onkrar spurningar.


“SPÆLT-FØROYSKT” Í SKÚLANUM
Tiltakið byrjar klokkan 16 í Viðareiðis skúla. Her eru nógv øki at parkera bilin, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki hjá fólki at koma.

Gunnar er sjálvandi høvuðspersónurin, og verður ein longri samrøða – eitt sofaprát – við hann, har hann sleppur at svara uppá nógvar og beinraknar spurningar um karrieru, kappingar og kanónstyrki.

Fyri at gera løtuna enn betri, verður eisini møguleiki hjá áhoyrarunum at seta sínar spurningar fram. Gunnar fer her at svara teimum erligt og satt.

Tað verður tó ikki bert prát í skúlanum henda seinnapartin. Her verður eisini tónleikur og sangur, sum hjúnini Unn og Jón Absalon Østerø úr Klaksvík fara at standa fyri. Tey leggja til brots einar 10-15 minuttir áðrenn tiltakið byrjar við teirra sangi og tónleiki.

Nú, ið tað er “Spæl-føroyskt-vika” í Kringvarpinum, fer hetta eisini at seta sín dám á framførslu teirra. Teir sangirnir, sum verða framførdur á tiltakinum, verða sjálvandi allir sungnir á føroyskum.

Aftaná prát og tónleik verður møguleiki at ogna sær bókina um Gunnar Hjelm. Fyrsta upplagið av “Vilji er lekjandi máttur” var skjótt útselt, og í farnu viku kom 2. upplag til Føroyar. Og tað er hetta sum fæst til keyps á Viðareiði.

Sum viðingum so líkt, verða øll sjálvandi boðin til ein góðan drekkamunn aftaná. Har verður høvið at práta meiri við Gunnar og tey sum eru rundan um hann.

Vælkomin norður gjøgnum nýggju tunlarnar. Og vælkomin at taka onkran við tær!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder