Politikkur

Hevur tú nakrantíð hugsað um, at:

-

2022-12-07 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
  • ófødda barnið hevur sín persónliga lækna frá gitna og til 18 ára føðingardagin?
  • hesin er sami læknin, sum mamman hevur?
  • ófødda barnið hevur sama rætt til læknahjálp sum foreldrini, eisini tá fosturtøka verður umhugsað?
  • ófødda barnið er umfatað av mannarættindum eins og tú og eg?
  • ófødda barnið er, menniskjaliga sæð, tað mest hjálparleysa, sum hugsast kann?
  • ófødda barnið ikki fær vart seg móti ágangi?
  • ófødda barnið er veruligi høvuðspersónurin í einihvørjari fosturtøkuætlan- og roynd.
  • ófødda barnið nærum ongantíð verður nevnt í fosturtøkukjakum?
  • ófødda barnið onga aðra rødd hevur at verja seg við enn tína og mína?
  • ófødda barnið hevur sama rætt til hjálp og verju frá m.ø. politikarum sum tú og eg?
  • at føroyska samfelagið hevur undirskot av kvinnum?
  • at helvtin av teimum børnum, ið verða aborteraði, eru gentubørn?


Vit kundu hildi á og víst á svárar mótsøgnir í tí viðgerð, sum fleiri ófødd børn tíverri enn fáa í dagsins samfelagi.


Tann ultimativa órætturin er, at tað yvirhøvur ber til, í framkomnum og sokallaðum mentaðum londum, at loysa m.a. sosialar trupulleikar við at gera seg inn á ófødd børn.


Vit í Miðflokkinum fara altíð at standa undir liðini á tí ófødda, heilt til rættur tess til lív er staðfestur við lóg!


Jenis av Rana

formaður Miðfloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder