Vága kommuna: Gott kvøld øll somul, og hjartaliga vælkomin til hetta íverksetarakvøldið, sum Visit Vágar skipar fyri, saman við Vága kommunu og Sørvágs kommunu.
Hetta er ein lítil dreymur hjá mær, ið nú byrjar at taka skap.
Sum kommunur hava vit tørv á einum fjøltáttaðum vinnulívi um vit skulu hava nøkur útlit fyri búskaparligum vøkstri í kommununum. Fjøltáttað vinnulív er eisini við til at skapa eina mentan og trivna, sum aftur skapa ringar í vatninum, langt inn í kjarnuna í samfelagið hjá okkum.
Fyri at tosa um okkum sjálvi í Vága kommunu, so hevur býráðið samtykt eina visjón fram til 2032. Eitt av málinum í visjónini er, at vit skulu vera ein Virkin og skapandi kommuna, har vit skulu virka fyri nýskapandi kørmum, vinnuni, mentanini og ferðavinnuni at frama, umframt at vit skulu draga til okkum fjølbroyttar vinnufyritøkur, mentan og ferðafólk. Tit koma at hoyra nógv meir um visjónina hjá Vága kommunu ein annan dag.
Men eitt ítøkiligt sum longu er komið burturúr, og sum er sprottið úr arbeiðinum við visjóini er, at Vága kommuna, saman við Visit Vágar hava sett vinnuferðavinnu á breddan. Vit duga at síggja, at vit hava fólkini (kunnleikan), tilboðini, hølini, náttúruna, flogvøllin og so mangt annað at bjóða tá tað kemur til vinnuferðavinnu, og mítt ynski er, at vit saman kunnu byggja hvønn annan upp at røkka hesum máli.
Vit ynskja at leggja lunnar undir eitt spírandi umhvørvi fyri íverksetarar. Soleiðis verður menningin av einum fjøltáttaðum vinnulívi og útlitini fyri vøkstri styrkt. At tosa saman um hugskot, menning og at netverka.
Samvirkanin millum íverksetarar, sum veita hvørjum øðrum hjálp og tænastur, økir um kreativitetin og stimbrar virkishugin og menningina hjá íverksetum.
Vit her vesturi so heppin, at vit eiga nakrar einstaklingar, ið brenna fyri ferðavinnu og íverksetan sum heild. Tvey av hesum (Tordis og Sølvi) hava til dagligt kontór saman, og hetta tiltakið her í kvøld, er ein spíri av tí vitanardeilingini sum fer fram millum fólk sum tosa saman. Tey eru altíð til reiðar at netverka, sparra og at tosa hugskotsmenning. Og eru tey altíð klár, at ráðgeva hvussu komast kann koma víðari við einum hugskoti, um tað bara er ein tanki, eitt ítøkiligt hugskot, eitt tiltak ella ein etablera fyritøka.
Í Klaksvík hava tey Íverksetarahúsið og í Havn hava tey Hugskotið, og her vesturi hava vit einki av hesum – og tað merkist.
Man kann siga at vit, í nýggjari tíð, ikki hava nakra serliga siðvenju við íverksetan her vesturi, men tað eiga vit at hava. Sjálvandi finnast tað nøkur sum dríva á og halda út. Men tey eru fá, sum hava tað sum sítt fulltíðar starv. Vit hava fólkini – tykkum, og nógv tilfeingi.
Hetta var eitt evni, ið varð tikið upp ein dagin á skrivstovuni, og lítla løtu seinni vóru vit so heppin at fáa Sóley Heradóttir Hammer og Súsannu Laursen frá Hugskotinum á vitjan, fyri at umrøða møguleikar fyri einum samstarvi. Ongin orsøk er at uppfinna eina nýggja útgávu av tí djúpa talerkin einaferð enn, og Hugskotið hevur prógvað sítt virði og sínar dygdir á hesum økinum.
Eg ynski at takka Hugskotinum og Tórshavnar kommunu fyri at vilja samstarva, hetta vísir yvirskot og vælvild. Við hesum leisti, so vóni eg at vit kunnu geva okkara spírum, íverksetarum og fyritøkum sum heild, møguleika til, at folda seg út, og liva dreymin um at kunna byggja sítt hugskot ella fyritøku upp til eitt livibreyð.
Eg vóni at tit duga at síggja møguleikar í hvørjum øðrum, og at gagnnýta hvønn annan til at skapa eitt enn betri tilboð ella upplivilsi. Hvør veit, møguliga vit hava næstu fyritøkuna ið kastar pening av sær til okkara nærumhvørvi og okkara kommunur, tí tað snýr seg um at vinna pening burturúr at ríka onnur við upplivilsum ella lutum.
Men vit byrja her í kvøld. Onkur hevur sagt at 90% av eini suksé er at møta upp. Tit eru møtt, so vit eru longu komin væl á leið, og hetta er ein byrjan!
Takk fyri!
Myndir: Jonas Gaardlykke Rossum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald