Annað

Hesi trý NATO skipini koma á Havnina í dag

Í skrivandi stund koma trý NATO skip í føroyskan sjógvan eystanfyri Føroyar.

2023-03-21 07:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár komu tvey NATO skip á Havnina, og í seinni í dag koma trý afturat. Tey trý koma í skrivandi stund í føroyskan sjógv.

Talan er um ein minuruddarabólk undir NATO, Standing NATO Maritime Mine Countermeasure Group One. Bólkurin hevur verið í Noregi og er á veg suðuryvir, nú steðgað verður í Føroyum. Diplomatisk loyvi til slíkar vitjanir eru treytað av, at skipini ikki hava evnafrøðilig, lívfrøðilig, geislavirkin ella kjarnorkuvápn ella lutir til slík vápn umborð.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder