2023-01-07 15:21
Sambært reglum floksins kunnu formaður og næstforkvinna floksins ikki sita í landsstýri í senn. Tá gerst umboðið fyri tingbólkin í aðalstjórnini virkandi næstforfólk.
“Eg gleðist um at vit sleppa til verka. Tað er ein stórur heiður og ein stór ábyrgd, at sleppa at leiða flokkin á tingi. Mítt greiða mál verður, at tað skal væl og virðiliga merkjast, at Tjóðveldi aftur er í landsins stjórn.” sigur Hervør Pálsdóttir.
Umframt at vera næstforkvinna, er Hervør eisini forkvinna hjá Tjóðveldi á Løgtingi – sokallað tingbólkaforkvinna. Vit ynskja henni hepna hond og góðan arbeiðshug.
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald