Politikkur

Herjólfur III á veg aftur til Suðuroyar

Klokkan 6:00 í morgun fór Herjólfur III av Krambatanga á sínum fyrsta túri í ferðaætlanini um Suðuroyarfjørð. 

2022-08-20 11:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

SSL: Umframt nakað av farmi, vóru 47 ferðafólk og 13 bilar við á túrinum. Hóast mótrák nærum allan túrin, varð siglingartíðin umleið 2:30 tímar.

Klokkan 10:00 fór Herjólfur aftur av Havnini við 116 ferðafólkum og gott 40 bilum. 

Burtursæð frá føroyska summarregninum, gekk heilt væl við av- og áskipan av ferðafólki og akførum. Nú bíleggingarskipanin verður royndarkoyrd á Suðuroyarleiðini, skulu tey ferðandi kanska líka venja seg til broyttu mannagongdirnar við at avgreiða ferðaseðilin, áðrenn farið verður umborð. Feiri ferðafólk hava longu gjørt vart við, at tað kemur væl við, at tað nú til ber at bíleggja sær pláss frammanundan.

Bilrøðin opnar 1 tíma áðrenn fráferð
Nú til ber at bíleggja frammanundan, opnar bíðirøðin í Tórshavn og Krambtanga 1 tíma áðrenn fráferð og er seinasta freist at koma í bilrøðirnar 20 minuttir undan fráferð.
Ferðafólk skulu vera umborð í seinasta lagi 10 minuttir undan fráferð

Tli ber at bíleggja pláss her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder