Vinna

Herðaklapp til Tórshavnar kommunu

Landsins myndugleikar taka vónandi skjótt somu avgerð sum Tórshavnar býráð í samband við strikan av 70 ára fráfaringaraldrinum

2022-02-18 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsfelag Pensjónista er ógvuliga fegið um tíðindini, sum borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, í vikuni boðaði frá, at strika 70 ára fráfaringaraldurin á øllum stovnum og arbeiðsplássum, sum kommunan umsitur.

Landsfelag Pensjónista hevur ferð eftir ferð heitt á landsins politikararar um at banna mismuni á fólki og tryggja okkum  pensjónistum javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum.

Nógvir pensjónistar eru væl fyri og ynskja at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum. Tað er tí stór íløga hjá einum landi, at fólk eru til arbeiðis, og eigur tað ikki at verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum.

Hetta hevur í fleiri ár verið eitt av aðalmálunum hjá felagnum at arbeiða fram ímóti.

Sum støðan er, er arbeiðsloysið í landinum sera lágt, og skríggjar arbeiðsmarknaðurin eftir fólki.

Tí eru vit í Landsfelag Pensjónista glað fyri, at Tórshavnar kommuna við hesi fíggjarnevndaravgerð gongur á odda hesum viðvíkjandi.


Áheitan á landsins myndugleikar

Vónandi taka landsins myndugleikar somu avgerð sum Tórshavnar býráð sum skjótast.

Vit vilja hava, at fráfaringaraldurin um alt landið skal burtur, og at tað ikki skal vera loyvi at siga fólki upp vegna  aldur.

Pensjónsaldurin skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldurin á arbeiðsmarknaðinum.

Í hesum sama viðfangi kunnu vit upplýsa, at vit fleiri ferðir hava heitt á løgtingið um at lóggeva, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna aldur og at allur mismunur vegna aldur á arbeiðsmarknaðinum er ólógligur.

Einki er hent har enn, men nú vóna vit, at okkurt hendir.


Næsta stigið er at lata pensjónstar arbeiða so galið, teir vilja, uttan at henda lønin, sum skattur verður goldin av, skal ganga út yvir pensjónina.


  1. febr. 2022


  1. Landsfelag Pensjónista

Beate L. Samuelsen, forkvinna 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder